top of page
Screenshot 2024-09-11 at 10.06.00.png

Spyr-bussurin koyrir skjótt.
Fá tín spurning við næstu ferð

Spyr bjóðar nú regluligar omnibuskanningar, har tú kanst fáa tín spurning við í eina felags kanning og er hetta sostatt bíligari enn at keypa eina heila kanning. Spyr-bussurin koyrir annanhvønn fríggjadag og 500 fólk svara hvørja ferð.

Tann býttasti spurningurin er tann, sum tú ongantíð setur

Ofta halda vit okkum vita so væl, at vit gloyma at spyrja okkara kundar og brúkarar, sum ofta vita best og altíð hava rætt.

Spyr-bussurin er fyri øll, sum eru forvitin um sín marknað ella brúkarar

virksemi.png
  • Matvøruhandlar

  • Klædnahandlar

  • Nethandlar

  • Fitness og vælvera

  • Frisørar

  • Ferðavinna

  • Flutningur

  • Handverkarar

  • Matstovur

  • Take away

  • Felagsskapir

  • Samkomur

  • Fakfeløg

  • Ítróttafeløg

  • Og onnur ...

Vilt tú hava hjálp?
Ring 517951

Kennir tú teg aftur í hesum?

  • Tú ert forvitin um, hvat tínir kundar og brúkarar vita og halda um tínar vørur, tænastur ella marknaðarføring

  • Tú ivast í, um títt vørumerki er (nóg) kent millum fólk

  • Tú vilt vita um marknaður er fyri einum nýggjum hugskoti

  • Tú hevur onkuntíð ætlað at gera eina kanning, men gavst tí tað var ov trupult ella ov dýrt

Spyr Føroyar fyri
bara 3.000 krónur

Ein spurningur kostar 3.000 kr. (u/mvg)
fylgjandi spurningar 2.000 kr. hvør.
500 fólk svara hvørji kanning.

 
Ynskir tú fleiri spurningar, fleiri respondentar og aðrar møguleikar, kanst tú keypa tína egnu kanning, kostnaður úr 13.500 kr. Sí prísir her

Prísyvirlit

Bílegg tín spurning


Nú ert tú bara nøkur fá stig frá at fáa tín spurning út til Føroya fólk.

Spurningar skulu fylgja okkara leiðreglum og treytum

Bílegg kanning

Skjótt, álítandi og vælgerandi

Spyr.fo kanningar verða sendar við sms-boðum og svaraðar beinleiðis á snildfonini. Fyri hvønn luttakara letur Spyr 4 krónur til Krabbameinsfelagið.

bottom of page